Ein tann mest spurdi spurningurin er hvussu kann eg brúka hetta tógvið og hvussu nógv skal eg brúka? Fingering merino er eitt superwash tógv sum kann bindast á stokkum á leið 2-3mm. Bundi fyri seg, er tað gott til pløgg og teppir til børn, og fyrimunurin er at tað er mjúkt og sera lætt at vaska. Tó vil eg skoyta uppí, at fyri at varðveita litin er best at vaska við køldum ella lunkaðum vatni. Men tað er eitt ótal av uppskriftum, har tú skal nýta tveir tráir saman. Tað er hetta tógvið eisini væl egna til. Tógvi spælir flott saman við einum lodnum tráði og gevur plagginum eitt serstakt og vakurt sermerki. Eg havi hugt at nógvum uppskriftum fyri...
Mamma eg er ein ælabogi!So fit ljóði tað frá Pruskuni‚ sum omman kallar dóttrina. 🤍Hon yngsti sær ein ælaboðakjólan‚ eg fann ikki tað tógvi sum eg hevði sett mær fyri. Eg valdi tí at lita tógvi sjálv.Hetta hevur verið eitt langt prosjekt. Men eg eri sera glar fyri úrslitið og takksom fyri eina so fitta vermóðir sum tímir at sita og binda fyri okkum.Hetta tógvið er merino tóv frá @knittingforolive sum eg havi litað og Tórhild (sviger) hevur bundið 🤍Eg eri so ómetaliga væl nøgd við úrslitið.Á leiðini havi eg forelska meg í at litað tógv og arbeiði við at litað meir og einari heimasíðu.... Meir um tað seinni....Uppskriftin til kjólan er eisini frá @knittingforoliveHúgvan er bundin úr restini av tógvinum frá kjólanum...
Tá eg liti tógv‚ hugsi eg um‚ at tað skal kunna blíva til eitt vakurt plagg‚ tá tað kemur í hendurnar á tí sum velur at binda tógvið.Hóast ein partur av spenninginum við at binda handlitað tógv er‚ at tú veit ikki heilt hvussu tógvi tekur seg út. Glæma er hugsa sum ein ímynd av ljósaru tíðinum. Litsamansetingin ger‚ at tað gerst eitt plagg ið er fjølbroytt‚ soleiðis at tað er lætt at seta saman við ymiskum pløggum. Glæma er kid silk lace tógv‚ ið er blandað av gulum‚ ljósareyðum og eitt sindur av “nude”Hetta tógv losar ikki so illa sum nógv annað loði tógv