Snobbasokkar

Snobbasokkar

Fyrsta prosjektið komi av stokkunum í 25
ikki stórt prosjekt. men lítið og hugnaligt. Mær dámar væl at binda sokkar við hvørt, og av kuldanum og einastandandi vakra kavaveðrinum, bleiv eg ávirkað til at binda einar sokkar. Eg havi hug at kalla hesar sokkarnar fyri snobbasokkar😉 Tað er tað faktiskt eisini. Hugsi eg um nakrar av teimum bleytu gávunum eg fekk sum smágenta, so vóru tað deilga bleytar hosur og sokkar....tað eeer tað reina luksus ❤ men ja, litsamansetingin er við íblástri (kopiera) frá einum størri mótahúsið 😉 tað gráa, svarta og hvíta tógvi eru sokkatógv frá Isager. Tað reyða er luxus merino sum eg havi litað ❤
Back to blog

Leave a comment

Please note, comments need to be approved before they are published.