Melda teg til
Her kanst tú melda teg til royndarbinding.
Ein royndarbindari er ein sum roynur uppskriftir áðrenn tær verða útgivnar.
Tá verður kannað um:
- Orðingar og frágreiðingar eru nóg greiðar
- Um tøl og støddir samsvara við tað sum verður upplýst í uppskriftini.
Tað ber altíð til at melada seg til og fáa boð tá ein royndarbinding verður lýst leys.
Gjarna eru royndarbindingarnar soleiðis at tú bindur við tí tógvinum tær dámar best, tað er tó neyðugt at tú rakar upplýsta bindifastleikan í uppskriftini. Hetta er fyri at kunna geva eftirfarandi feed back uppá uppskriftir og plaggið sum tú bindur.
Royndarbindarar fáa avsláttur av øllum tógvi frá Hespuni.