Ruflublusan væl ávegis

Ruflublusan væl ávegis

Tá eg valdi at binda við hesum tógvinum, var tað ikki bara tí eg haldi tað er lekkurt tógv. Men eisini tí at fallið er so vakurt, á tí bundna tilfarinum. Mær dámar væl at forvitnast, at binda ymisk sløg av tógv, og vita hvussu tey roynast. Tað sama er galdandi fyri litir, samansetingarnar av ymisku litunum kunnu skapa eitt heilt nýtt og djúpari spæl í plaggið.
Ruflublusan er ætlað, at verða sniðgivin soleiðis, at tað er rættuliga frítt spæl við tógv og litum. Tað merkir at hon er løtt at tillaga. (kundi sikkurt lættliga verði tillaga til ein kjóla eisini)
Vakra fallið kann eisini fáast við at binda við einkultum merino ella alpakka tráði, silki ella onkrum plantutógvi, s.s. hør. Ímynda tær eisini eitt sindur av glitur, tað kundi eisini rigga væl. Hon kundi eisini verið væl eygna til, um tú eigur nakað av tógvi í ymiskum litum, men ikki orduliga nokk til eina troyggju.
Eg havi brúkt tógv sum eg átti inni. Tann vakri blá-lilla spolin er merino frá Ito shio, haldi liturin eitur Iron blue. Mohairtráðurin er hondlitað frá mær sjálvari, eisini ein blálig lilla farva.
Um tit hyggja at myndunum síggja tit at ermarnar eru bundnar, eg havi deilt upp til raglan. Næst á skránni er litskiftið so er ikki langt á mál.
Ætlanin er at skriva uppskriftina niður. Um tú hevur hug at royndarbinda Ruflublusuna er at fylgja við á síðuni. Eg fari at seta eitt skjal saman so tað ber til at skriva seg upp til royndarbinding.
Back to blog

Leave a comment

Please note, comments need to be approved before they are published.