Hespan
kom og lita tógv 30. August í Sandavági
kom og lita tógv 30. August í Sandavági
Tú sleppur at lita títt egna tógv, sum tú far heim við.
Tú far eina hespu at lita. Annars ber til at keypa tógv á staðnum.
Frálæru í lit og litsamansetingum
Vegleiðing um ymisk sløg av tógv.
Hugskot til hvussu tú kann nýta títt hondlitaða tógv.
Byrja verður við at leggja tógv á blot. Síðan fáa vit ein drekkamunni og frálæru í litum.
Aftaná lita vit tógvið. Møguleiki er fyri at lita í tveimum umførum.
Verkstovan verður í Vakstrarhúsinum í Sørvági frá kl 18.00- 21.00
Við keyp av atgongumerki váttar tú at tú hevur lisið gjaldstreytirnar
G.G.
Gjaldstreytir
Avlýsing
Hevur tú teknað teg til verkstovuna og játtað gjaldstreytirnar, eru niðanfyristandandi treytir galdandi.
Tilmeldingin er bindandi, og hetta er ikki tengt at, um tú hevur goldið ella ikki.
Tú ert sjálvandi altíð vælkomin at senda annan luttakara fyri teg. Ynskir tú tó at melda frá, ber hetta til við at gjalda niðanfyristandandi avlýsingargjald: Avboð seinast fýra vikur áðrenn verkstovuna rindar tú 50% av kostnaðinum. Avboð minni enn 4 vikur áðrenn tiltakið: 100% av kostnaðinum
Forfall
Skuldi verkstovuleiðarin avlýst verkstovuna, av ávum sum ikki kunnu tryggja seg í móti kann versktovuleðarin finna annan skikkaðan at undirvísa verkstovuna. force majeure, tilskila vit okkum rættin til at útseta/avlýsa verkstovuna ella veita versktovuna við øðrum verkstovuleiðara Fært tú sum luttakari, ikki møtt til verkstovuna, sum tú hevur teknað teg til, eru omanfyristandandi avlýsingartreytir galdandi. Legg til merkis, at tú altíð er sera vælkomin at senda annan luttakara fyri teg.