Um Hespuna

Alt tógvið er litað við litevnum sum kunnu vaskast. Eg vaski alt tógvið tá tað er litað, men litirnir eru ymiskir og summir litir kunnu kasta. Eg viðmæli, at vaska tógvi ella tað tú hevur bundið, fyri seg við køldum vatni. 

Eg liti tógvi av sama liti, samstundis, til tó til merkis at ongin hespa er líka. Hondlitað tógv varierar nógv, keyp tí nokk til títt prosjekt, tað ber ikki til at lita líka tógv um tað manglar í, frávik vilja altíð verða. 

Um tær ikki dámar lit-hyljar í tí tú bindur, ber til binda við tveimum hespum í senn. Tú kanst binda annaðhvørt umfar av hvørjum. 

Eg geri mítt besta, fyri at hava myndir í vísa hvussu tógvi sær út. Eg nýti eingi fyltur fyri at betra myndirnar. Men av tí at allir skermar eru ymiskir, er tað ógjørligt at lýsa myndina júst sum tógvi sær út. Tí er altíð munur á myndini og tógvinum sum tú hevur í hondini. 

Um tú ikki fanst tað tógvi tú kundi hugsa tær, ber altíð til at spyrja teg fyri um serbíleggjingar. Legg tó til merkis, at tað er ymiskt hvussu langa tíð hetta tekur. Tú kanst altíð senda ein fyrispurning.  

Eg vóni veruliga at tú finnur tógvið, ið hóskar til títt hugskot. Tankin um at samantvinna kreativitetin frá hondlitaðum tógvi og at binda, ger hetta til list sum kann brúkast.....Tann reini gandur um tú spyr meg!