Hvussu nógv tógv skal eg brúka

Hvussu nógv tógv skal eg brúka

Ein tann mest spurdi spurningurin er hvussu kann eg brúka hetta tógvið og hvussu nógv skal eg brúka?

Fingering merino er eitt superwash tógv sum kann bindast á stokkum á leið 2-3mm.

Bundi fyri seg, er tað gott til pløgg og teppir til børn, og fyrimunurin er at tað er mjúkt og sera lætt at vaska. Tó vil eg skoyta uppí, at fyri at varðveita litin er best at vaska við køldum ella lunkaðum vatni.

Men tað er eitt ótal av uppskriftum, har tú skal nýta tveir tráir saman. Tað er hetta tógvið eisini væl egna til. Tógvi spælir flott saman við einum lodnum tráði og gevur plagginum eitt serstakt og vakurt sermerki.

Eg havi hugt at nógvum uppskriftum fyri at geva eina meting av hvussu nógv tógv tú hevur brúk fyri. Fyrivarni er fyri at tað er altíð ráðiligt at hyggja eftir hvussu nógv tógv skal til tað plaggi tú bindur. Tað skal ofta meira tógv til um tú t.d. bindur eina troyggju við rullukraga, snar ella hettu. Og øvugt skal minni tógv til um tú bindur eina troyggju við stórum stokkum.

At enda ber eisini til at kombinera tógv, t.d. at binda rendur við einlittum tógvi. Ella at binda mynstur og rípur við hondlitaðum saman við einlittum, tað er bara hugflogi sum setur mørkini.

Hespurnar eru 400m, 100g, ið svarar til á leið 2 noða av tógvi í somu tjúkt

 

Mongd av tógvi:

Pinkubørn uml 1 hespa

Børn upp til 3-4 ár, uml 2 hespur

Vaksin uml 3 hespur

 

Húgva

til børn uml 50g (hálv hespa)

til vaksin uml 100g

 

Sjal

1-2 hespur (kann sjálvandi bindast størri)

 

Sokkar (ráði til at brúka tógv við nylon í til tá og hæl)

Uml 50g (hálv hespa) 

 

Back to blog

Leave a comment

Please note, comments need to be approved before they are published.