Hvat kanst tú brúka bindiroyndir til?

Hvat kanst tú brúka bindiroyndir til?

Tað fyrsta er, at rokna hvussu nógv eygu skulu verða á plagginum. Ja, fyrst og fremst til at fáa rætt eygatal.

Síðan fyri at vita um tógv og stokkastødd ganga hond í hond. Tað er soleiðis, at tógv og tilfar skikkar seg ymisk. Sum oftast kanst tú supplera tógvið í einari uppskrift, við eitt annað slag av tógv. Tað kundi verið um tú av onkrari orsøk mást, ella kundi hugsa tær, at brúkt eitt annað slag av tógv. Tá kann eg ikki annað enn viðmæla eina bindiroynd, so tú veitst um tú má tillaga uppskriftina onkursvegna, ella velja eitt annað slag av tógv.

Tað triðja eg brúkti prøvan til, eru litirnir. Hetta bjart gula merinotógvið er bundið saman við somu gulu mohair tráðnum. Summar uppskriftin leggja upp til at spæla við litsamansetingar. Tað er sera spennandi og ger plaggi meira persónligt. Tað er skjótari at kanna litsamansetingina við eini bindiroynd, enn á bundna plagginum.

Tað seinasta eg fari at brúka prøvan til, er at vita hvussu tógvið broytist eftir vask. Tað ger næstan alt tógv. Tað sum tú hevur bundið, kann báði breiðkast og leingjast, ella annað av nevndu. Onki er so keðiligt sum tá man hevur bundið eitt plagg og tá tað er vaskað, hevur tað fingið eitt heilt annað skap. Tí er best at kanna hvussu tógvið broytist við vask

Eg veit, eg havi spart mær nógvar tímar, av at rekja upp aftur, ella við at skriða mær í høvdinum. Boðskapurin er, bint eina bindiroynd. Góðan bindihug her frá 🤗

Back to blog

Leave a comment

Please note, comments need to be approved before they are published.