Júst sum eg hevði stovnað eina síðu til Hespuna, endaði instagram-brúkarin í Kvinna blaðnum.
Hetta varð í desember 2020. Eg var og eri stolt og glað um tað. Men eg má viðganga at eg var so smæðin um tað, at eg ikki tordi at leggja tað út á brúkaran tá. Tað geri eg nú, betur seint enn ongantíð.
Eg skrivaði soleiðis á Instagram:
Í dag er fjórði sunnudagur í advent. Har afturat er tað stytsti dagur‚ herligt at tað gongur móti ljósari tíðum 🤍
Heima hjá mær hava vit adventkalendara heldur enn pakkakalendara við 24 gávum‚ vanliga til børnini‚ men hendan sunnudagin passaði tað seg soleiðis‚ at nýggja Kvinna blaði er komi út‚ so eg fekk eisini adventsgávu hesaferð. Eitt serliga lekkurt blað fult av bindiuppskriftum‚ góðum greinum og íblástri til komandi ár.
Tað er gott saman við kaffi og kleynum
Tað sum eg skrivaði var ikki ósatt. Men eg sat eftir við einari kenslu av gleði tí onkur helt at tað sum eg hevði gjørt var nóg gott til eitt so gott blað sum Kvinna.